Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Um okkum Nólsoy Føroyar Kunning
Hvar eru Føroyar?
Veðurlag
Íbúgvatal
Stjórnarskipan
Vinna
Mál
Átrúnaður
Vælkomin til Nólsoyar


Nólsoy hoyrir til smáu oyggjarnar í Føroyum. Oyggin er 10 km² til víddar, og liggur umleið 5 km eystan fyri Tórshavn. Teir 20 minuttirnir, tað tekur at sigla úr Havn til Nólsoyar, eru 20 minuttir, har tú krevur at umstilla teg frá buldrandi býarlívinum til friðsæla bygdarlívið - tað er sum at koma í eina aðra verð at vitja oynna. Her eru fáir bilar millum húsini, og nærleikin við náttúruna kennist sum ein gáva, tú ikki visti av, at tú ynskti tær.

Gongur tú frá kaiini, har Ternan leggur at, nakrar hundrað metrar norður- ella suðureftir, ert tú longu komin út um bøgarðarnar. Her valdar seyður og fuglur, og friðsælan í náttúruni. Kanska møtir tú einum fylgi av ferðafólki, sum við einum bygdarfólki sum leiðara eru farin á útferð til vitan á Borðuni, síggja heimsins størsta drunnhvítabýli ella okkurt heilt annað.

Hevur tú hug at verða verandi longur, tá tað skýmir, og Ritan fer seinasta túrin til Havnar, eru góðir gistingarmøguleikar í Nólsoy. Set teg í samband við Nólsoyar Kunningarstovu. Velur tú kortini at fara inn aftur á "meginlandið", gleða vit okkum longu at síggja teg eina aðru ferð.

 
Kunningarstovan í Nólsoy
Forritað og sniðgivið hevur Zenit